| Heim » Fiskarí sektión | |||
|
Scrabster Havn telist millum tær fýra fremstu landingarhavnirnar í UK. Í 2003 lógu landingarnar av botnfiski og skelfiski, íroknað brúnan krabba, hummara, rækju og jákupsskel, oman fyri 32 milliónir pund. Tann nýliga bygda bryggjan, Queen Elisabeth Pier, hevur givið eina djúphavn við 8m dýpd í fjøru. Hetta loyvir nú størri skipum so sum pelagiskum trolarum at leggja at í sambandi við broytingar í manningini, bunkring, proviantering, vatn o.s.fr. Hetta framstig hevur eisini frígjørt Ola Pier bryggjuna til nýtslu hjá botnfiska fiskiførum ið stinga djypri.
Fyri at fáa sum frægast burtur úr hesari menning og fyri at gera tað so lagaligt sum møguligt hjá skipum at landa við eina og hvørja bryggju hjá okkum, hevur Scrabster Havna Grunnur nýliga gjørt íløgur í tríggjar mobilar rampur, ið loyva gaffiltrukkum at koyra frá sjálvari kaini beinleiðis upp í trailarar. Rampurnar eru tøkar til nýtslu fyri allar havnabrúkarar og ein video demonstratión av teimum í arbeiði kann síggjast á okkara heimasíðu.
Tað at Scrabster er norðasta havn á bretska meginlandinum gevur henni eina heilt serliga støðu fyri skip á fiskileiðunum norðan fyri og vestan fyri Skotland. Hetta er ikki minst ein fyrimunur við núverandi avmarkingum í døgum til sjós í huga, og minkar um stimitíð og útreiðslur av olju. Tann stóra djúphavnin ið umfatar ein nýmótans fiskamarknað við einum kapaciteti upp á 2000 kassar er framvegis ein av lykla styrkjunum hjá havnini. Bryggjur hóskandi fyri uppskiping og avskiping av fiski liggja eisini nær við serligar terminalar fyri víðari flutning av veiði til keyparar og brúkarar kring Stóra Bretland og Europa. Hesir tættir hava viðvirkað til at etablera Scrabster sum skjótast vaksandi fiskaríhavn í Bretlandi. Scrabster Havn er opin 365 dagar um árið og ein vinarlig og munadygg tænasta kann altíð væntast frá okkara starvsfólki; flestu tænastur eru eisini tøkar 24 tímar um samdøgrið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi sambandi fæst frá Havnaskrivstovuni. |
| © Scrabster Harbour Trust (English) | Designað av Internet Promotions Ltd |